2021-12-22 19:23
Um vikuskiftið varð niðara hæddin í nýggja missiónshúsinum í Rituvík tikin í nýtslu. Skipað varð fyri hátíðarhaldi sunnudagin, har húsið var opið, og nógv fólk komu á gátt, skrivar Trúboðin á heimasíðuna.
Tiltakið varð fyriskipað á tann hátt, at andakt var bæði klokkan 17 og 18, fyri at sleppa undan, at ov nógv fólk savnaðust í senn. Ætlanin var annars at skipa fyri einum størri tiltaki, men orsakað av koronu, bar hetta ikki til.
Tá ovara hæddin í Missiónshúsinum er liðug, verður húsið vígt, men enn er ikki greitt, nær tað verður. Væntandi verður tað í 2022, skrivar Trúboðin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald