Rættartrygdin hjá vanliga borgaranum verður styrkt, tá ið nýggja rættargangslógin fyri Føroyar kemur í gildi. Í vikuni hevur løgmaður borið ríkislógartilmæli um nýggja rættargangslóg í Løgtingið.
Nýggja lógin er umfatandi og hevur fleiri enn 1000 ásetingar. Hon inniheldur eitt nú reglur um, hvussu rættarmál í Føroya Rætti skulu viðgerast, um uppgávur hjá advokatum og um arbeiðið hjá politinum og ákæruvaldinum í revsimálum. Í mun til galdandi lóg, sum við fáum broytingum er frá 1988, verður lógin gjørd tíðarhóskandi.
- Við nýggju lógini verður rættargangurin í Føroyum í einum taki lyftur inn í 21. øld. Rættargangslógin er felagsmál, og tá ið vit hava felags rættarskipan haldi eg, at tað er bæði skilabest og mest skynsamt, at vit í Føroyum hava somu reglur sum í Danmark. Soleiðis fáa føroyingar bestu rættartrygdina, heldur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.
Umframt at vera løgmaður, varðar Bárður á Steig Nielsen eisini av lógarøkinum, herundir løgregluni.
Tað hevur leingi verið stórur tørvur á at fáa eina nýggja rættargangslóg setta í gildi fyri Føroyar, tí galdandi lóg ikki hevur verið dagførd regluliga seinastu mongu árini. Fleiri enn 200 lógarbroytingar eru gjørdar í donsku rættargangslógini, sum ikki eru settar í gildi fyri Føroyar.
Landsstýrið hevur seinastu 10 árini fingið nógvar áheitanir um at dagføra reglurnar í rættargangslógini á ymiskum økjum, eitt nú um varðhald, avbyrging, rættarmekling, innlit, bólkasakarmál, hjásitar, nevningamál, fría rættargongd og saksgongd til Hægstarætt.
Nýggja rættargangslógin verður løgd fram í Løgtinginum í næstum.
- Løgmansskrivstovan
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald