Innanlands

Nýggja samgongan: Gleðilig útvikling í Kringvarpinum

Samgongan fer at endurskoða kringvarpslógina

Jenis av Rana, menta- og uttanríkismálaráðharri (Mynd: Jens Kr. Vang)

Jenis av Rana, menta- og uttanríkismálaráðharri (Mynd: Jens Kr. Vang)

2019-09-14 17:29 Author image
Sverri Egholm
placeholder

- Kringvarpslógin verður endurskoðað við atliti at bygnaði, m.a. skipanini við stýri, tíðindadeildum, public service skyldum, kringvarpsgjaldi og í samband við at tryggja óheftni í fjølmiðlunum.

Tað stendur svart uppá hvítt í samgonguskjalinum, sum Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Miðflokkurin skrivaðu undir í morgun. Flokkarnir fegnast um gongdina í Kringvarpinum.

- Um man hyggur eftir tí, sum hevur gingið fyri seg á hasum økinum seinastu mánaðirnar, so er tað ein gleðilig útvikling, sum man sær í Kringvarpinum, segði Jenis av Rana, menta- og uttanríkismálaráðharri.

- Serliga hetta her at man er farin at útlisitera fleiri uppgávur. Eg trúgvi tað er tann vegin at man fer at vóna, at Kringvarpið. sjálvt fer at tann vegin, segði av Jenis av Rana.

So Kringvarpið skal ikki avtakast?

- Tað trúgvi eg aldrin, men tað skal ikki vera nøkur loyna, at eg vildi ynskt at tann dagurin kemur, at fólk sjálvi kund sloppið at gjørt av, hvat tey rindaðu fyri á hasum økinum, sigur Jenis av Rana.

Sí alt samgonguskjalið her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder