placeholder
Innanlands

Nýggja skoytubreytin opin hvønn dag til klokkan 21

Klaksvíkar kommuna hevur kunngjørt, hvussu skoytubreytin hevur opið

Leygardagin varð skoytibreytin tikin í nýstlu (Mynd: Sverri Egholm)

Leygardagin varð skoytibreytin tikin í nýstlu (Mynd: Sverri Egholm)

2019-12-09 13:43 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Leygardagin byrjaðu tey at skoyta í Klaksvík, í gjár varð nýggja skoytubreytin við Biskopstorg stongd orsakað av veðrinum, og nú er greitt, hvussu breytin verður opin framyvir: 

Mánadag-fríggjadag frá kl. 12.00 til 21.00
Leygardag frá kl. 10.00 til 21.00
Sunnudag frá kl. 14.00 til 21.00

Hesum boðar Klaksvíkar kommua á heimasíðu sínari, har skrivað eisini er, at tað ber til at leiga skoytubreytina gerandisdagar millum kl. 10 og 12.

Sí eisini: Myndir: Nú skoyta tey í Klaksvík

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder