
Nú ber til at gera sær eina mynd av, hvussu stór nýggja smoltstøðin, sum Bakkafrost byggir á Norðtoftum, verður.
Arbeiðið er komið so mikið langt, at fyrstu stálbogarnir á høllini eru komnir upp.
Talan er um eina útbygging av verandi smoltstøð á Norðtoftum. Við útbyggingini verður kapasiteturin øktur við 12.000 rúmmetrum til 18.000 rúmmetrar.
Nýggja støðin fer at umfata tvær hallir á fýra kør, sum hvørt er 1.500 rúmmetrar.
Tað er eitt føroyskt byggisamtak, kallað Nordic Aquaculture Contractors, sum stendur fyri byggingini.
Les meira her: Føroysk heildarveiting fer at byggja stóra smoltstøð á Norðtoftum

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald