Arbeiðið at gera nýggja spæliplássið, sum Sjóvar kommuna í longri tíð hevur arbeitt við, er nú komið so mikið áleiðis, at tað er klárt at takast í nýtslu.
Spæliplássið liggur sunnanfyri Stranda skúla, og síðani leikurnar byrjaðu at koma upp fyri nøkrum vikum síðani, hava børnini staðið spent og bíðað eftir at sleppa at royna spæliplássið, skrivar Sjóvar kommuna.
– Gummiundirlagið er nú komið á, og tí ynskja vit nú at taka spæliplássið í nýtslu, hóast onkrir snøklar eru eftir at gera í økinum rundan um leikurnar. Hóast spæliplássið liggur við Stranda skúla, og sjálvandi fer at verða nýtt av næmingunum har, er spæliplássið alment fyri øll allar tíðir á degnum.
Seinnapartin klokkan 16 verður spæliplássið alment tikið í nýtslu. Borgarstjórin, Artur Johansen, sigur nøkur orð, og síðani sleppa børnini framat at royna spæliplássið. Kommunan bjóðar kaffi og okkurt til børnini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald