Uttanlands

Nýggja svenska stjórnin skipað

Aðalmálið hjá stjórnini verður at gera upp við nógvu brotsverkini, sum verða framd í Svøríki

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2021-11-30 10:50 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Leiðarin fyri svensku sosialdemokratarnar, Magdalena Andersson, sum í gjár enn einaferð varð vald til nýggjan stjórnarleiðara, hevur í dag kunngjørt stjórnargrundarlagið og listan yvir ráðharrar og -kvinnur í nýggju einflokka stjórnini.

Seinni í dag fer hon á kongsborgina fyri at kunngera stjórnina fyri kongi.

Eftir at umhvørvisflokkurin í farnu viku tók seg úr stjórnarsamstarvinum við sosialdemokratiska flokkin, skuldi Anderson skipa aðra minnilutastjórn, bara við sosialdemokratum. Harvið var tørvur á fleiri ráðharrum.

Ovast á listanum er fíggjarmálaráðharrin,  sessurin sum Andersson fyrr sjálv hevur røkt. Nýggjur fíggjarmálaráðharri verður Mikael Damberg, kunngjørdi Magdalena Andersson í dag.

Og Annika Strandhäll verður umhvørvisráðkvinna.

Fyrrverandi formaðurin í LO, Karl-Petter Thorwaldsson er valdur til vinnumálaráðharra, meðan Jeanette Gustafsdotter verður mentamálaráðkvinna og Ann Linde heldur fram sum uttanríkisráðkvinna.

Stjórnartíðin hjá Magdalenu Andersson verður merkt av, at tað verður ríkisdagsval komandi heyst, og tí fara flokkarnir at brúka komandi tíðina til valstríð, og áhugin hjá andstøðuni verður sjálvandi at forða fyri nýggjum átøkum frá sosialdemokratisku stjórnini.

Í stríð móti brotsverkum
Fremsta ætlan hjá nýggju stjórnini er at seta inn móti nógvu brotsverkunum, sum verða framd í Svøríki. Tí “fólk skulu ikki óttast fyri, at fáa eina bumbu ella hondgranat tveitta inn í stovuna”.

Hetta er ein avbjóðing fyri flestar flokkar. Og hinir flokkarnir fáa trupult við at vera ímóti ætlanini hjá Anderson hesum viðvíkjandi, tí brotsverk er nakað, sum upptekur flestu veljararnar í Svøríki.

- Harðskapurin er eitt eitur fyri samfelagið, segði Andersson í røðu síni, og lovaði at taka upp stríðið móti teimum harkaliðum, sum eru við til at oyðileggja svenska samhaldsfestið.

Hon boðaði frá harðari revsingum og umskipan av løgregluni, so hon kann arbeiða meira effektit.

- Tað snýr seg um at venda hvørjum steini í stríðnum móti tí, ið skapar split, segði Magdalena Andersson, og lovaði serliga at seta inn móti “fyrilitaleysu brotsverkunum”, sum serliga herja í teimum stóru býunum í Svøríki.

Harafturat ætlar stjórnin serliga at arbeiða fyri veðurlagnum og vælferðini.

Í gjár varð Magdalena Andersson á øðrum sinni góðkend sum nýggjur stjórnarleiðari í Svøríki. Hon avloysir Stefan Löfven.

Fyrsti kvinnuligi stjórnarleiðarin í Svøríki, býr í Nacka nærhendis Stockholm, við manni og tveimum børnum. Hon er útbúgvin búskaparfrøðingur frá Handelshögskolan í Stockholm, skrivar TT-tíðindastovan. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder