Mentan

Nýggja ungdómsskaldsøgan hjá Rakel Helmsdal løgd fram mikudagin

4. november kl. 19 verður bókin Kjarr løgd fram í Norðurlandahúsinum

2020-11-02 11:43 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Bókaframløga við nýggju ungdómsskaldsøguni eftir Rakel Helmsdal verður mikukvøldið 4. november kl. 19 í Norðurlandahúsinum.

Rakel Helmsdal hevur skrivað eina ungdómsskaldsøgu, sum bæði í innihaldi og formi ferðast nýggjar leiðir og hevur víðan listaligan sjónarring. Hetta er ein fangandi og nemandi søga, sum lesarin upplivir bæði ígjøgnum ymisk tekst- og frásøgusnið og myndir: frásøgurødd, dagbókatekstir, tankatekstir, listar, skitsur og myndir bera øll søguna hjá høvuðspersóninum, Lauru, fram.

Kathrina Skarðsá hevur myndprýtt bókina og givið henni eitt nýskapandi og sermerkt snið.

Ein beinagrind í einum kjarri. Ein knústur barndómur. Ein verð, sum tú ikki visti var til, men kanska hoyrir heima í. Eitt lítlafingurbein í lummanum og ein ryggsekkur á bakinum. Søgan um Lauru er ein ferð ígjøgnum minnir, manesjur við logandi kyndlum og ein leitan eftir svarum upp á brennandi spurningar. Einasta vitnið: dagbókin.

[object Object]
Rakel Helmsdal

Skráin

  • Vælkomin
  • Nýggja blásikvartettin Euterpe spælir
  • Lesarin sigur frá: Annika Dalsgaard
  • Eyð Steinbjørnsdóttir hevur samrøðu við Rakel Helmsdal

Tiltakið er eitt samstarv millum Bókadeild Føroya Lærarafelags og Norðurlandahúsið. Ókeypis tilmelding á www.nlh.fo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder