Nýggja úrbregðið av koronavirus, sum varð funnið í Stórabretlandi í vetur hevur nú spreitt seg til stórar partar av heiminum, m.a. Danmark.
Danskir serfrøðingar siga seg óttast hesum nýggja úrbregðinum, sum sambært nýggjari frágreiðing frá Statens Serum Institut nú er funnið í 86 av teimum donsku tilburðunum.
Stovnurin hevur bert greinað 11 prosent av positivu royndunum, og tí verður mett, at veruliga talið á dønum, sum eru smittaðir við nýggja koronaúrbregðinum er uml. níggju ferðir hægri – 774.
Henrik Ullum, stjóri í Statens Serum Institut, sigur við TV2, at tey vænta, at nýggja úrbgreðið fer at vera tað dominerandi slagið komandi mánaðirnar.
– Bara tað, at tað smittar meira ger, at fleiri gerast sjúk, enn vit síggja nú, og tað er ørkymlandi, sigur hann.
Jens Lundgren, professari í ígerðarsjúkum á Ríkissjúkrahúsinum, sigur eisini, at støðan skal takast í størsta álvara. Tí hóast har enn einki er, sum bendir á, at fólk gerast meira sjúk av hesum enn vanlingt, kann økta smittutalið leggja trýst á sjúkrahúsini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald