Uttanlands

Nýggja úrbregðið nú eisini staðfest í Kina

Nýggja úrbregðið av koronavirus, sum varð funnið í Stórabretlandi fyri jól, er nú komið til Kina

(Tilvildarlig savnsmynd)

(Tilvildarlig savnsmynd)

2020-12-31 15:37 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nýggja úrbregðið av koronavirusinum, sum varð funnið í Stórabretlandi fyri jól, er nú eisini komið til Kina.

Kinsesisku heilsumyndugleikarnir boða í dag frá, at nýggja úrbregðið nú er komið til landið. Tað var ein 23 ára gomul kvinna úr Shanghai, sum fyrr í hesum mánaðinum kom heim úr Stórabretlandi, sum er fyrsti kinesiski persónurin at fáa staðfest hetta slagið av koronavirus.

Eftir at hava víst mild sjúkueðkenni, varð kvinnan innløgd á sjúkrahúsi, har hon varð kannað fyri at fáa staðfest, um talan var um nýggja úrbregðið.

Tað varð í Kina, í býnum Wuhan, at upprunaslagið av nýggja koronavirusinum varð funnið fyri einum ári síðani.

Fleiri lond hava avmarkað ferðsluna úr Stórabretlandi orsakað av støðuni, m.a. Danmark, og jólaaftan setti Kina eisini í verk innferðarbann fyri ferðafólk úr Stórabretlandi í óásetta tíð, skrivar Ritzau.

Sambært bretskum myndugleikum er talan um eitt slag av koronavirus, sum møguliga smittar upp móti 70 ferðir meira enn upprunaslagið. Enn er tó einki, sum bendir á, at fólk gerast meira sjúk av hesum.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder