Innanlands

Nýggja útstykkingin skal eita undir Gerðhamri

Níggju uppskot komu inn til navnakappingina, sum Hvannasunds kommuna skrivaði út í november, og á bygdaráðsfundi í vikuni varð avgjørt, hvussu nýggja útstykkingin skuldi eita.

(Mynd: Hvannasunds kommuna)

(Mynd: Hvannasunds kommuna)

2022-01-20 21:24 Author image
Alda Nielsdóttir

18. november 2021 boðaði Hvannasunds kommuna frá, at hon sóknaðist eftir einum navni til nýggju útstykkingina í kommununi millum vegirnar undir Rókini og undir Svartakletti.

Freistin at senda inn uppskot var 3. desember 2021, og inn komu níggju uppskot.

Á bygdaráðsfundi 17. januar varð síðani avgjørt, at nýggja útstykkingin skal eita Undir Gerðhamri.

Tað var Eyðun Gullaksen úr Hattarvík, sum átti vinnandi uppskotið, skrivar Hvannasunds kommuna.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald