
Klaksvíkingar hava í nøkur ár havt eitt vælveruøki í svimjihøllini við alskyns møguleikum.
Nú er tað blivið uppaftur betri. Uttanfyri eru tveir pottar settir upp og eitt størri hitarúm er komið eisini.
Í morgun hitti forkvinnan í Mentanarnevndini, Jóhanna Christiansen, morgunfrúur og morgunharrar í nýggja vælveruøkinum, sum fyri fyrstu ferð lat upp í dag. Sigast skal, at lagið var sera gott.
Skipað varð fyri morgundrekka har býráðslimir, arbeiðstakarar, starvsfólk og morgunsvimjarar hittust til eina hugnaliga løtu.
Klaksvíkar kommuna sigur, at tað í dag er ókeypis at vitja vælveruøkið, sum tó hevur eitt aldursmark upp á 16 ár.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald