Innanlands

Nýggjan buss til sjúklingar á sjúklingahotellinum

Í nøkur ár hevur Trivnaðargrunnurin fyri sjúklingahotellið Tórshavn savnað pening inn, og loksins hevur tað borið til at keypa ein spildurnýggjan buss at koyra sjúklingar og avvarðandi á útferðir í danska høvuðsstaðnum

Nýggja

Nýggja "Sóljan" hjá sjúklingahotellinum (Mynd: Trivnaðargrunnurin fyri sjúklingahotellið Tórshavn)

2022-04-25 13:17 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Trivnaðargrunnurin fyri Sjúklingahotellið Tórshavn, sum hevur til endamáls at betra um trivnað fyri sjúklingar og avvarðandi teirra, hevur fingið spildurnýggjan Sóljubuss.

Bussurin skal avloysa tann gamla, sum hevur koyrt sjúklingar og avvarðandi til kirkjur og samkomur sunnudagar, og tikið teir við á útferðir, meðan tey hava verið í Keypmannahavn.

– Í nøkur ár hava vit savnað pening, so vit kundu keypa nýggjan buss, sum fer at avloysa gamla bussin, og fyri fyrstu fer í 20 ára longu søgu grunnsins hava vit nú keypt ein spildurnýggjan buss við teimum hentleikum, sum ein slíkur bussur skal hava, skrivar grunnurin í tíðindaskrivi.

Grunnurin hevur virkað síðan 2004, men seinastu tvey árini hevur nærum einki virksemi verið orsakað av koronafarsóttini, sum forðaði teimum í at skipa fyri tiltøkum og útferðum.

Men nú nýggi bussurin er komin, verður skipað fyri almennari móttøku á sjúklingahotellinum. Tað verður fríggjadagin 29. apríl klokkan 15.

Á skránni verður tónleikur, røður, og eisini verður okkurt til góman.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder