
Stórur áhugi er at byggja nýggja Húsarhaldsskúlan í Klaksvík.
Umboð fyri Húsarhaldsskúlan, Klaksvíkar kommunu og Bústaðir saman við arbeiðstakarum, sum hava bjóðað uppá uppgávuna, møttu í dag til almenna lisitatión í hølunum hjá Húsarhaldsskúlanum á Stoyksoyravegi.
Áhugin fyri verkætlanini er stórur, tí tá ið tilboðini vóru latin upp, vóru í alt 25 tilboð innkomin frá fyritøkum, sum bjóða seg fram at verða partur av verkætlanini. Haraftrat vóru tvey heildartilboð uppá alla arbeiðstøkuna, skrivar Klaksvíkar kommuna á heimasíðuni.
Til byggibúgvingararbeiðið komu seks tilboð, sjey tilboð uppá bygningsarbeiðið, sjey tilboð uppá tøkniinnleggingar og fimm tilboð uppá el-innleggingar.
Feløgini, sum áttu lægstu tilboðini, vóru hesi:
RTS: 4.728.683,00
MTH: 41.460.949,12
Signar Kalsberg: 5.797.633,22
EL-IN: 2.874.628,19
Í alt 54.861.893,53
Metingin áðrenn lisitatiónina í dag var 55 milliónir krónur fyri verkætlanina.
Tað var annars á býráðsfundi 17. mars í 2016, at Klaksvíkar býráð einmælt samtykti at játta sín part av kostnaðinum fyri nýggja Húsarhaldsskúla Føroya. Tá varð samlaða kostnaðarmetingin fyri skúlan 30 milliónir krónur umframt meirvirðisgjalf
Nú skulu innkomnu tilboðini nærlesast áðrenn greitt verður hvør fær arbeiðið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald