Nakað undan jólum kom fyrsta 0,OY ølin á føroyska marknaðin. 0,OY er alkoholfrí øl frá OY, sum smakkar sum øl. Tann fyrsta ølin var ein gul hveitiøl. Nú hevur OY bryggjað tvær nýggjar alkoholfríar ølir. Ein hvít pilsnarøl og ein pink hindberøl.
Tann fyrsta alkoholfría ølin frá OY hevur verið væl móttikin og varð mestsum útseld til jóla. Nú OY leggur tvær aðrar alkoholfríar ølir afturat vøruúrvalinum, verður tað enn lættari at njóta eina vælsmakkandi øl uttan alkohol.
Tí onkuntíð er tað bara ikki pláss fyri at njóta eina vanliga øl.
Tí hevur bryggjaríið OY framleitt hesar tríggjar ymisku alkoholfríu ølirnar, so øll nú hava møguleika at njóta eina góða og vælsmakkandi OY øl - bæði týsdag á midddegi ella leygarkvøld á midnátt.
Gul, hvít ella pink 0,OY fáast í flestu Á-handlunum kring landið, Samkeyp á Eiði og Toftum, Bónus í Havn, í Miklagarði og OY sjoppini á Hálsi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald