Mentan

Nýggjar avdúkingar á FMA

Tilnevningarnar til Ársins nýggja navn og Ársins videolag eru gjørdar, og eisini ber til at atkvøða um Áhoyraravirðislønina

2020-02-29 09:30 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Tilnevningarnar til Ársins nýggja navn á FMA eru gjørdar. Seks bólkar og einstaklingar eru í uppskoti.

Tey tilnevndu eru:
Ernst Remmel
Funksjon
Herborg Torkilsdóttir
Marius DC
Reality Bytes
Tamara

Arbeiðsbólkurin handan FMA tilnevnir og velur Ársins nýggja navn. Áður hava eitt nú Konni Kass, Silvurdrongur og Eli Tausen á Lava vunnið hesa virðisløn.

Somuleiðis eru tilnevningarnar til Ársins videolag gjørdar:
Fremmed - The River (eftir Atla Brix Kamban)
FRUM - Ocean (eftir Barbaru Lervig)
Fróði - 12 fet fyri borð (eftir Daniel Bezares)
Kristina Bærendsen - Mama said (eftir Guðný Rós Þórhallsdóttir)
Lyon - Monkey (eftir Jana Jonhardsdóttir)

Umboð fyri Geytan, Føroysk filmsfólk og Kringvarp Føroya tilnevna og velja Ársins videolag.

Áhoyraravirðislønin er enn sum áður partur av FMA. Tað er virðislønin, sum øll kunnu atkvøða um og tann bólkurin ella einstaklingurin, sum fær flestar atkvøður vinnur.

Í ár er tó tann broytingin, at atkvøtt verður á Sona-appini, ikki umvegis sms. Atkvøðugreiðslan er opin og til ber at atkvøða til 7. mars, tá FMA verður í Norðurlandahúsinum. Tiltakið verður eisini sent beinleiðis í sjónvarpinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder