Bókadeild Føroyar Læararafelags er í jólahýri og gevur við hesum seinasta bókaumfari í 2020 fimm boð upp á bókajólagávur.
Mumisa orð – buggilingabók
Ein vøkur faldibók til tey smæstu børnini at hyggja at, meðan tey liggja á búkinum.
Í bókini eru vakrir litir og einføld orð. Tove Jansson skrivaði. Bókin er ein pappbók við 8 síðum og er til tey umleið 0-1 árs gomlu.
Luddi og Lundisa og ein risapisa
Luddi og Lundisa eru tvær fittar lundapisur, sum búgva í Mykinesi. Tær syngja um blómurnar, og so hoyra tær eitt hurr, hurr, hurr uppi í luftini og síggja eina risapisu.
Vár Berghamar Jacobsen skrivaði, og Delia Ciccarelli myndprýddi. Bókin er innbundin, 28 síður og til tey umleið 2-4 ára gomlu.
Dinosauravinir – Eggið
Tíðliga ein morgunin verður Rasmus Rex vaktur av besta vinmanninum Trygva Troodoni. Trygvi hevur stórtíðindi: Eggið hjá mammu hansara fer skjótt at klekja!
Lars Mæhle skrivaði, Lars Rudebjer myndprýddi, og Silja Aldudóttir týddi úr norskum. Bókin er innbundin, 46 síður og til tey umleið 5-8 ára gomlu.
Lívið – myndprýtt
Eingin myndprýðir óttan, vónina og dreymarnar hjá okkum menniskjum sum Lisa Aisato. Her hevur hon savnað allar sínar bestu myndir, bæði klassikarar og spildurnýggjar myndir, og skrivað ein lívsjáttandi tekst um hetta lívið, sum vit øll skulu læra at liva.
Silja Aldudóttir týddi úr norskum. Bókin er innbundin, 187 síður og til tey umleið 9-12 ára gomlu – ella í roynd og veru til alla familjuna!
Endin
Tú ert seytjan ára gamal. Tað er summar, og verðin sær út júst sum vanligt. Men tú veitst, hvat fer at henda. Um ein mánað eru vit øll burturi. Hvussu kennist tað at vita akkurát upp á tíman, nær tú skalt doyggja? Hvat ætlar tú at gera ta síðstu tíðina?
Mats Strandberg skrivaði, og Sigrið Jógvansdóttir Hansen týddi úr svenskum. Bókin er innbundin, 484 síður og til tey, sum eru 13 ár og eldri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald