Heystið hevur nógvar góðar bøkur við sær! Bókadeild Føroya Lærarafelags letur úr hondum eina sniðskorna bók um fitta drongin Álv Ákason og eina stuttlig myndabók um músina, ið helt seg vera ein tikara.
Eisini verður enn ein bók um Vitello útgivin, og ein bók, sum spyr tann elligamla spurningin: Eru pengar og ríkidømi lukkan?
Síðst og ikki minst kemur framhaldið av krýnikuni um Jarmaland út, har jagstranin eftir vittrunum heldur fram.
Álvur Ákason
Enn ein fitt bók til tey smæstu børnini um Álv Ákason. Í bókini smíðar Álvur eina tyrlu og spælir ’krassja bilar’ saman við vinmanninum Virgari.
Niels Jákup Thomsen hevur týtt úr svenskum. Bókin er ein sniðskorin
pappbók, 14 síður og til tey uml. 0-1 ára gomlu.
Eg eri ein tikari
Ein mús roynir at sannføra øll hini dýrini um, at hon er ein tikari... og
avgjørt ikki ein mús! Músin brúkar próvførslur, sum hini dýrini ikki hava
hoyrt áður.
Ein stuttlig myndabók, sum Karl Newson skrivaði, og Ross Collins myndprýddi. Marna Jacobsen týddi úr enskum. Bókin er innbundin, 24 síður og til tey uml. 2-5 ára gomlu.
Vitello grevur eitt hol
Vitello manglar ein vin. Tann lættasti mátin at finna ein nýggjan vin er at keypa bomm; tá fært tú altíð vinir. Men Vitello hevur ongar pengar, so hann ætlar sær heldur at grava eitt hol og fanga sær ein vin...
Kim Fupz Aakeson skrivaði, Niels Bo Bojesen myndprýddi, og Sjúrður Gullbein
týddi úr donskum. Bókin er innbundin, 24 síður og til tey uml. 6-8 ára gomlu.
Fitta milliónin
Ein skemtilig søga um, hvussu trupult tað er bæði at vera øgiliga rík og eitt gott fólk samstundis. Hon snýr seg um Frank og mammuna, sum vinna í lotto. Øll í bygdini vilja hava milliónirnar, og mamman sigur tá, at tað fittasta fólkið í bygdini fær burtur av pengunum.
Arnfinn Kolerud skrivaði, og Elsa Birgitta P. Petersen týddi úr norskum. Bókin er heft, 248 síður og til tey uml. 9-11 ára gomlu.
Krýnikan um Jarmaland II - Jagstranin eftir vittrunum
Vittrar og menniskju stríðast í einum ókendum heimi, har vindarnir eru ísakaldir, og har óndar verur lúra í skuggunum...
Johan Theorin skrivaði, og Vagnur Streymoy týddi úr svenskum. Bókin er innbundin, 366 síður og til tey uml. 12 ára gomlu og uppeftir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald