Millum nýggjastu bøkurnar, sum Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur givið út, eru hugtakandi, myndprýdda ungdómsbókin Pssst! eftir Annette Herzog og Katrine Clante og Tá Mumbo Jumbo varð risastórur eftir væl umtókta høvundin Jakob Martin Strid.
Í bað
Ein fitt baðibók, sum barnið kann hava við sær í bað. Bókin skiftir lit í vatni. Við hesi bókini kunnu tit skvatla og gjumsa saman við froskum, fiskum og dunnuungum, tá barnið er í bað. Bókin er 6 s. og til tey 0-1 ára gomlu.
Petra flýgur við flogfari
Ein stuttlig myndabók um at ferðast við flogfari, tá man er barn. Bókin snýr seg um Petru og mammuna, sum skulu ferðast. Á flogvøllinum er nógv, sum skal kannast, og at enda koma tær endiliga fram til tað størsta flogfarið, sum Petra nakrantíð hevur sæð. Anna Karin Garhamn hevur skrivað og myndprýtt. Bókin er innbundin, 28 s. og til tey 2-4 ára gomlu. Marna Jacobsen týddi úr svenskum.
Tá Mumbo Jumbo varð risastórur
Ein stór og ómetaliga stuttlig søga, sum uttan iva fær alla familjuna at flenna. Væl umtóki danski rithøvundin og myndprýðaran Jakob Martin Strid hevur skrivað og myndprýtt. Áarrossið Mumbo Jumbo verður ein dagin risastórur. Og tað er onki stuttligt, tí øll hini eru framvegis lítil. Tann einasta, sum kann gera Mumbo Jumbo lítlan aftur, er heksin Baba Jaga. Bókin er innbundin, 144 s. og til tey 5-8 ára gomlu. Niels Jákup Thomsen týddi.
Fílasteinurin
Ein stuttlig og nemandi søga um drongin Bapit, sum býr í Thyborøn og ikki líkist hinum børnunum í býnum, tí mamma hansara er úr Tailandi. Pápin, sum er deyður, gav Bapit ein holstein, sum hann segði hevði gandamegi: Um tú hyggur gjøgnum holið og ynskir tær okkurt, gongur ynskið út. Men hesum trýr Bapit ikki. Ikki fyrr enn alt knappliga verður ovboðið. Oliver Zahle hevur skrivað, og Josefina Smith týddi úr donskum. Bókin er heft, 134 s. og til tey 9-12 ára gomlu.
Pssst!
PSSST! varpar ljós á smáar og stórar spurningar í lívinum hjá 12 ára gomlu Viólu. Í tí einastandandi samanspælinum millum myndir og tekst fáa vit innlit í tankar hennara um lívið, deyðan, vinir, familju, einsemi, útsjónd og popularitet. PSSST! er ein still og poetisk kanning av samleika, og hvussu tað er at vera genta í dag. Annette Herzog hevur skrivað, og Katrine Clante myndprýddi. Guðrið Rubeksen týddi. Bókin er heft, 96 s. og til ung.
- Bókadeild Føroya Lærarafelags
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald