Arbeiði at gera nýggjar gøtur, umframt at dagføra gamlar sniðgøtur, er partur av eini størri ætlan við gongubreytum í Klaksvíkar kommunu.
Arbeiðið, sum er gjørt í ár, fevnir m.a. um gøtuna fram við Nólsoyar Páls húsinum.
Gøturnar eru nógvar í tali og tí er hetta eitt arbeiði, sum áhaldandi verður arbeitt við og raðfest. Hetta verður gjørt fyri at koma runt til tær gøtur, ið eru mest átrokandi at fáa dagført, skrivar Klaksvíkar kommuna á heimasíðu sínari
Millum tær gøtur og sniðgøtur, sum eru raðfestar seinastu tíðina, eru hesar:
- Gøtan millum undir Brúnni og undir Hálsi
- Gøta við Hamarssniðið
- Gøtan niðanfyri Nema
- Gøta fram við fjøruni og hús Nólsoyar Páls
- Gøtan sunnan fyri Christianskirkjuna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald