Uttanlands

Nýggjar skuldsetingar móti Donald Trump

Fjórða revsimálið móti honum um valsvik í 2020 snýr seg um at royna at manipulera úrslitið av forsetavalinum í Georgia

(Savnsmynd: EPA)

(Savnsmynd: EPA)

2023-08-15 06:58 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fyrrverandi amerikanski forsetin, Donald Trump, er nú ákærdur í enn einum máli um at royna at manipulera úrslitið av forsetavalinum í 2020.

Tað vísa rættarskjøl, sambært tíðindastovunum Reuters og AFP.

Ákærurnar í statinum Georgia ákæra fyrrverandi forsetan fyri at hava roynt á ólógligan hátt at ógilda valúrslitið í statinum, skrivar The Guardian.

Sambært 98 síður langa ákæruritinum, eru 18 aðrir persónar eisini ákærdir í hesum máli. Teirra millum eru leiðandi stuðlar hjá Donald Trump, so sum Rudy Giuliani, John Eastman og Mark Meadows, skrivar dr.dk.

Málið, sum nú er reist í Georgia, er fjóra revsimálið móti Trump í fimm mánaaðir.

Umsitingin hjá Trump viðmerkir málið við enn eina ferð at skuldseta miðlarnar fyri at arbeiða politiskt.

- Trump forseti fer at stríðast víðari móti valdsmisnýtsluni, verður millum annað sagt í eini viðmerking, frá talskvinnu hansara, Karoline Leavitt, skrivar The Guardian.

Við nýggju ákæruni er fyrrverandi forsetin nú ákærdur fyri tilsamans 91 lógarbrot í fýra ymiskum rættarmálum.

Nýggju ákærurnar vórðu tíðliga í morgun, okkara tíð, borin fram av økisákæranum í Georgia, Fani Willis, á einum stuttum tíðindafundi. Her upplýsti hon millum annað, at tey ákærdu hava fingið freist til fríggjadagin 25. august at vátta at tey eru kunnug við ákærurnar.

Hon mælir til, at farið verður undir rættarmálið innan fyri komandi seks mánaðirnar. Í síðsta enda er tað tó dómarin, ið ger av, nær rættarfundir vera, og í fleiri av hinum málunum hevur fyrrverandi forsetin mælt til at útseta rættarfundirnar.

Trump tapti valið í Georgia til Joe Biden í 2020 við eitt sindur meira enn 11.000 atkvøðum, men hevur fleiri ferðir hildið fast um, at hann vann valið í hesum suðurstatinum.

Í byrjanini av januar 2021, meðan Trump enn var forseti, ringdi hann til republikanaran Brad Raffensperger, sum hevði ábyrgdina av forsetavalinum í Georgia, og royndi at sannføra hann um “at finna 11.780 atkvøður”. Hetta vísti Raffensperter aftur.

Tað var stutt eftir, at henda samrøðan var almannakunngjørd í 2021, at økisákærin Fanni Willis fór undir at kanna málið sum eitt revsimál.

Síðan er komið fram, at Willis er áhugað í nógv meira enn bert hesi telefonsamrøðuni, og at fleiri onnur viðurskiftið eisini eru kannað, eitt nú skuldssetingar um samansvørjing og svik, skrivar AP tíðindastovan.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder