Innanlands

Nýggjar útgávur av føroyskum sjókortum

Seinast hesi pappírskortini vóru útgivin var í 2014, og tí eru nógvar broytingar komnar seinastu 11 árini, sigur Umhvørvisstovan

2025-02-08 13:49 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Umhvørvisstovan hevur útgivið nýggj sjókort, sum veita neyvari og tryggari kunning til siglandi í føroyskum sjóøki. Við dagførdu kortunum fær sjófólkið eitt neyðugt amboð til trygga og neyva navigering kring Føroyar.

Seinast hesi pappírskortini vóru útgivin var í 2014, og tí eru nógvar broytingar komnar seinastu 11 árini. Nýggju útgávurnar hava dagførdar upplýsingar um dýpini, har nýggjar sjómátingar og eldri endurmettar dýpdardátur eru tiknar við. Somuleiðis eru upplýsingar á landi dagførdar við støði í landkortdátugrunninum, herundir staðarnøvnini á kortunum.

Talan er um pappírssjókortini nevnd Kort 82 og Kort 83, umframt tey samsvarandi teldutøku sjókortini. Kortini eru í lutfallinum 1:100.000 og eru bólkaði sum strandakort, sum nevnist coastal chart á enskum og besejlingskort á donskum. Kortini vísa norðara og sunnara part av sjóøkinum kring oyggjarnar.

Ein annar munur er málið á kortunum, ið er vorðið føroyskt. Hetta er fyrsta útgáva av Korti 82 og Korti 83, eftir at sjókortmyndugleikin varð yvirtikin og kom á føroyskar hendur tann 1. januar 2020. Tískil stendur teksturin á føroyskum og enskum, heldur enn á donskum og enskum, sum var vanligt á teimum eldru kortunum.

Ein nýggj útgáva av Korti 86, sum er havnakort fyri suðurøkið í Føroyum, kom út í november 2024. Umframt at byggja á nýggjar sjóuppmátingar, er størsta broytingin, at víddin á kortinum í Tórshavn er munandi víðkað.

Sambært galdandi reglum skulu øll før hava tey neyðugu sjókortini til ta ætlaðu ferðina. Hetta er serliga galdandi fyri vinnulig skip, men eisini frítíðarfør eiga at fylgja krøvunum eftir besta førimuni.

Sjókortini verða til keyps í H.N. Jacobsens Bókhandli og á https://www.kobsokort.dk/

Umhvørvisstovan

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder