Mentan

Nýggjársdansur í Dali

Stígum Fast skipar fyri almennum føroyskum dansi

2018-12-30 19:50 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Nýggjársdag skipar Stígum Fast fyri almennum føroyskum dansi í Dali. Bussur koyrir í samband við dansin úr Skopun og aftur úr Dali. Á hendan hátt ber væl til hjá oyggjafólki og fólki av meginlandinum at luttaka og sleppa aftur til hús um kvøldi. 

Stígum Fast varð stovnað í 1971, og hevur tað síðani verið fastur táttur at hava føroyskan dans í Dali nýggjársdag. Dansifelagið eigur húsið Eiriksgarð, ið hevur eitt tiltikið gott dansigólv.

- Stígum Fast

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder