Innanlands

Nýggjárskonsertin í Norðurlandahúsinum fríggjakvøldið og leygarkvøldið

Byrjað verður klokkan 19 bæði kvøldini - pláss er eftir fríggjakvøldið. Ivan Magrí úr Italiu og Andrias Blaasvær á violin eru solistar

Føroya Symfoniorkestur við stórum kóri verður sum vant at hoyra. Konsertin verður at hoyra í Kringvarpinum leygarkvøldið (Mynd: Sverri Egholm)

Føroya Symfoniorkestur við stórum kóri verður sum vant at hoyra. Konsertin verður at hoyra í Kringvarpinum leygarkvøldið (Mynd: Sverri Egholm)

2024-01-03 10:34 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroya Symfoniorkestur við kóri, Norðurlandahúsið og Kringvarp Føroya bjóða nú til eina sanna tónleikaliga veitslu við tveimum nýggjárskonsertum. Tann fyrra verður fríggjakvøldið 5. januar 

Tónleikaskráin er undirhaldandi, álvarsom og nemur við alt kensluraðið við stórbærum  verkum frá miklum tónaskøldum. Nýggjárskonsertirnar bera sum altíð brá av vakurleika og hátíðarligum veitsludámi.

Tveir solistar og kór

Ivan Magrí (ITA)
Heimsklassa tenorurin Ivan Magrí, ið hesaferð vitjar Føroya Symfoniorkestur, hevur nomið sær útbúgving á lærda tónleikaháskúlanum í Giuseppe Verdi í Milano. Hann hevur eisini fingið holla vegleiðing frá víðagitna Luciano Pavarotti. Hann hevur vunnið altjóða virðislønir í Riccardo Zandonai kappingini og Francesco Maria Martini kappingini.

Ivan Magrí ferðast kring allan heimin og hevur framført á Royal Opera House í London, Staatoper Berlin, Teatro Regio i Torino, Teatro dell'Opera í Rom, Florida Opera, Bayerische Staatsoper.

Í Norðurlandahúsinum syngur Ivan Magrí millum annað “LA Donna É Mobile” úr kendu operaini Rigoletto, sum Verdi skrivaði í 1851, og “Che gelida manina” úr La Boheme operaini eftir Puccini, ið varð frumframførd á Teatro Regio í 1896.

Andrias Blaasvær (FO)
Evnaríki violinleikarin Andrias Blaasvær fór at spæla violin sum 12-ára gamal hjá Nikolaos Kapnas, sála. Hann hevur eisini fingið undirvísing hjá Jonu Højgaard, og í 2019 byrjaði Andrias at lesa á Kongaliga Danska Musikkonservatorinum í Keypmannahavn. Í 2022 tók hann sær bachelorprógv hjá Elisabeth Zeuthen, og nú lesur Andrias á kandidatinum hjá Alexandre Zapolski.

Umframt at hava verið partur av Føroya Symfoniorkestri í fleiri ár, hevur Andrias Blaasvær eisini luttikið í verkætlanum hjá eitt nú Danmarks Radio, Copenhagen Phil og Kongaliga Kappellinum. Hann er virkin sum komponistur og hevur í fleiri ár arbeitt við sínari fyrstu sonatu fyri soloviolin, sum verður útgivin í 2024.

Á nýggjárskonsertini spælir Andrias Blaasvær Tzigane eftir Maurice Ravel. Íblásturin til verkið stavar frá smigrandi romatónleikinum og varð upprunaliga skrivað til ungarska violinistin Jelly d'Arányi í 1924.

Andrias Blaasvær spælir upp á Gaetano Gadda frá 1949.


Kórið
Kórið  við umleið 88 sangarum er altíð við til nýggjárskonsertina. Kórsangurin ger konsertina til nakað heilt serligt, og gevur henni ein hátíðarligan dám.

Í 2023 vóru upptøkuroyndir til symfoniorkesturkórið, so áhoyrararnir fara at síggja nýggj andlit og hoyra nýggjar røddir.

Kórið luttekur viðhvørt eisini til aðrar verkætlanir, og tað er eitt framtíðar mál hjá Føroya Symfoniorkestri, soleiðis at kórið syngur oftari.

Føroya Symfoniorkestur og kór gleða seg til tvey veitslukvøld við hátíðardámi saman við tykkum. Sum vanligt er, bjóða vit kransakøku og eitt glas í steðginum. - Same procedure as every year, James.

Bernharður Wilkinson stjórnar Føroya Symfoniorkestri og Tóra Vestergaard venur symfoniorkesturkórið.


Konsertin verður send beinleiðis í Kringvarpi Føroya leygarkvøldið 6. januar. Hesaferð verður tað í útvarpinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder