Innanlands

Nýggjársrenning 2020

1. januar 2020 kl. 14.00 verður afturvendandi nýggjársrenningin millum kirkjur í Vágum

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2019-12-29 20:44 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í ár verður runnið/gingið frá Miðvágs kirkju til Sandavágs kirkju, teinurin er 3 km. Til ber eisini at renna/ganga frá Sandavágs kirkju til Miðvágs kirkju og aftur til Sandavágs kirkju, tá er teinurin 6 km.

Frælsi bjóðar vatn og frukt, tá komið verður til kirkjuna í Sandavági. Opið er í SÍF-húsinum til tey, sum vilja skifta áðrenn farið verður í kirkju.

Kl. 15.00 verður nýggjársguðstænasta í Sandavágs kirkju. Inga Poulsen Dam prædikar og Jórunn Gudmundsen syngur. Øll eru hjartaliga vælkomin at byrja 2020 við einum frískum gongu- ella rennitúri saman við familjuni, arbeiðsfeløgum, vinfólkum o.ø, og síðan at fara til eina hugnaliga og gevandi guðstænastu í vøkru Sandavágs kirkju

Vága Prestagjald og Frælsi

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder