Í 2021 verður einki nýggjárstaffel hjá Margrethu drotning. Avgerð er nevniliga tikin um at avlýsa borðhaldið orsakað av støðuni við covid-19 í Danmark, boðaði Kongshúsið frá í vikuni.
Drotningin er annars á hvørjum ári vertur fyri nýggjársborðhaldinum fyri donsku stjórnini, formanninum í fólkatinginum og øðrum almennum umboðum úr ríkinum og hovinum 1. januar.
Tað er bert hent einaferð áður, at drotningin hevur avlýst siðbunda nýggjársborðhaldið. Tað var í 2005 orsakað av flóðalduni, sum rakti landsynningsasia 2. jóladag 2004.
Í staðin fyri stóra borðhaldið verður ein minni samkoma hildin á Christiansborg 4. januar fyri forsætisráðharranum og nøkrum fáum øðrum.
Nýggjársrøðan hjá drotningini verður tó sum vænt 31. desember.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald