2026-01-20 11:35
Sunnukvøldið 25. januar kl. 19 verður nýggjársurgukonsert í Hoyvíkar kirkju við Ara Hammer Joensen urguleikara.
Ari Hammer Joensen gongur á triðja árið bachelor á tí Kongaliga Danska Musikkonservatoriinum í Keypmannahavn.
Hetta er triðja árið á rað, at Ari spælir nýggjársurgukonkonsert.
Konsertin er í tveimum pørtum, fyrri partur er meira siðbundin orgultónleikur og annar partur er festligur orkestur tónleikur umsettur til orgul.
Konsertin er ókeypis og varir ein tíma.
Skráin sær soleiðis út:
- Marcel Dupré (1886-1971)
Trios Préludes et Fugues Op. 7- Preludium og Fuga í H-dur Op. 7 Nr. 1
- Preludium og Fuga í f-moll Op. 7 Nr. 2
- Preludium og Fuga í g-moll Op. 7 Nr. 3
- Johann Sebastian Bach (1685-1750)
Úr 18 Leipziger Choräle- Allein Gott in der Höh sei Ehr BWV 663
- Louis Vierne (1870-1937)
Úr 6. Symfoni Op. 59- Final
- Émilie Waldteufel (1837-1915)
Les Patineurs (Skoytu valsurin) – Arr. Jonathan Scott
- Johann Strauss I (1804-1849)
Radetzkymarsch – Arr. Jonathan Scott
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald