Mentan

Nýggjasta rákið á Instagram: Dolly Parton avbjóðingin

Týsdagin legði amerikanska countrysangkvinnan eina mynd út á Instagram, sum vísti, hvussu hon hevði presenterað seg á ymsum sosialum miðlum, og nú eru onnur kend fólk farin at gera tað sama

Dolly Parton (Mynd: EPA)

Dolly Parton (Mynd: EPA)

2020-01-25 13:51 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinastu dagarnar er eitt nýtt rák byrjað at gera um seg millum tey kendu á Instagram. Og viðkomandi, sum byrjaði hetta er eingin onnur enn heimskenda countrysangkvinnan Dolly Parton.

74 ára gamla Dolly Parton legði týsdagin eina mynd á Instagram – ella rættari sagt fýra myndir í einum. Myndirnar vístu, hvussu hon hevði presenterað seg á ávikavíst Linkedin, Facebook, Instagram og Tinder, sum allir eru sosialir miðlar, sum verða brúktir til ymisk endamál.

[object Object]Mynd: Dolly Parton á Instagram

Eitt nú er Linkedin meira professionelt, meðan Facebook er meira familjuvinarligt, og Tinder verður brúkt til dating.

– Fá tær eina kvinnu, sum kann alt, skrivaði Dolly Parton í myndatekstin.

Síðani hava fleiri onnur kend fólk lagt líknandi myndir út undir #dollypartonchallenge, skrivar TV2. Talan er m.a. um Ellen DeGeneres, Janet Jackson og Gordon Ramsay

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder