Innanlands

Nýggjasti parturin av kirkjugarðinum vígdur

Tað var Heri Joensen, prestur, sum stóð fyri at víga nýggja partin í ódnarveðrinum týsdagin. Útbyggingin heldur fram

2022-03-03 20:56 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Hesin parturin, sum varð vígdur fyrradagin, var bert ein partur av útbyggingini. At hesin parturin nú varð vígdur, var fyri at halda siðvenjuna, nú tað longu nú er neyðugt at jarða fólk í hesum partinum. Tørvur er áhaldandi á víðari menning og víðkan, soleiðis at tøk pláss eru, áðrenn hesin parturin er fullur.

Í tríatiárunum varð kirkjugarður gjørdur við Velbastaðvegin. Fyri umleið sjeyti árum síðan varð eisini kapell bygt. Í kirkjugarðinum í dag eru útivið 8.000 fólk grivin, umframt einar hálvtannaðhundrað urnur. Kirkjugarðurin er støðugt víðkaður eftir tørvi.

Tað var Heri Joensen, prestur, sum stóð fyri at víga nýggja partin av kirkjugarðinum í ódnarveðrinum fyrradagin. Heri greiðir frá, at talan er um elligamlan kristnan siðaarv, sum upprunaliga eru komin higar úr donsku fólkakirkjuni.

Bæði nýggir kirkjugarðar og nýggj øki, ið verða løgd aftrat, verða vígd. Á bygd fer hetta vanliga fram, tá tann fyrsti verður jarðaður í økinum. Í Havn verður hetta eisini gjørt, hvørjaferð kirkjugarðurin verður víðkaður.

Siðvenjan er soleiðis, at gingið varð runt um økið, meðan ein sálmur varð sungin – hesaferð var tað sálmurin “Her møtast allir vegir” – og tá komið var runt og prestur hevði lisið eitt fast rituali, varð sálmurin, “Deyði, hvar er nú broddur tín”, sungin.

Fyri føroyingar flestar er kirkjugarðurin eitt hátíðarligt og friðfult stað, vit hava virðing fyri. Her siga vit farvæl og sambært kristnu trúnni verða tey deyðu grivin í trúnni á uppreisn til ævigt lív.

Heri Joensen sigur, at mong halda, at reint praktiskt hevur vígslan neyvan stórvegis týdning. Hinvegin heldur hann, at fólk ynskja at verða grivin í vígda jørð – hann hevur enntá upplivað, at fólk, sum ikki eru limir í fólkakirkjuni, hava útsett jarðarferð, til jørðin var vígd.

[object Object]

Hóast hetta at víga kirkjugarðar er elligomul siðvenja, so hevur tað ongan týdning fyri tann kristna, um hann er grivin í vígda jørð ella ikki. Tann, ið doyr á sjónum ella í bjørgunum, er ikki verri staddur, enn tann, ið liggur í kirkjugarðinum.

Í danskari siðvenju er kirkjugarðurin eitt stað, har vit kunnu minnast og sýna takksemi yvir livda lívið, har vit tryggja, at menniskjað ikki verður gloymt.

Danir hava eina sokallaða Ritualbók frá 1992 í sambandi við vígda jørð. Orðið at víga ella innvíga kemur úr týska “inweihen”, sum merkir at hevja nakað til hátíðarliga ella heilaga nýtslu – í dagligari talu brúkt um hátíðarhald, har eitthvørt verður tikið í nýtslu fyrstu ferð.

Til steðar vóru próstur og fleiri av prestunum í Suðurstreymoy, umframt borgarstjóran og umboð fyri umsitingina.

Tórshavnar kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder