Tað hevur gingið væl við at seta nýggju vatngoymslubrunnarnir upp á Rananum. Í farnu viku varð samlibrunnurin settur upp og fyrradagin kom tørnið til vestara goymslubrunnin. Í gjár varð arbeitt uppá eystara brunnin.
Nú teir eru reistir, verða elementini stoupt saman og jarnveiður verður drigin ígjøgnum. Sementið útvíðkar seg og tí skal tað hava uml. 10 dagar at “arbeiða” í, soleiðis at tað verður so sterkt sum gjørligt. Til stuttleikar kann nevnast, at elementini, ið risakranin hjá Løvubetong so lættliga lyftir á pláss, viga heili 4,6 tons. Bogarnir, ið eru settir á, ovast í innara “ringinum”, viga heili 6 tons, skrivar heimasíðan hjá Tvøroyra kommunu.
Klæmint Østerø, sum starvast hjá fyritøkuni HTO, ið stendur fyri uppsetingini, sigur, at tílíkir brunnar eru sera væl egnaðir til kommunur. Hesir báðir, ið nú eru uppsettir, taka góð 3000 rúmmetrar av vatni hvør. Núverandi tangar taka, til samanlíkningar, uml. 1200 rúmmetrar til saman, so hetta er ein risa-útbygging í vatngoymsluni hjá Tvøroyrar Kommunu. Klæmint sigur, at hóast hetta ljóðar av nógvum, so bliknar tað, um vit samanlíkna við eitt nú vatnbrunnin, ið HTO herfyri setti upp til smoltstøðina hjá Bakkafrost í Norðoyggjum. Hesin tangi tekur heilt upp til 7.500 rúmmetrar av vatni.
Tríggir montørar frá Perstrup í Danmark eru komnir til Føroya. Teir fáa hjálp frá bilum hjá MTV og Faroe Ship til umlasting á havnarlagnum og flutning niðan á arbeiðsplássið.
Hóast mest sæst til arbeiðið nú, so er ikki at gloyma tað stóra fyrireikingararbeiði við planering av økinum niður í verandi hædd og vegagerðin í hesum sambandi, sum E-grevstur hevur staðið fyri. Fyrireikingin er ofta tað drúgvasta arbeiðið, meðan uppsetingin meir at kalla er sum at arbeiða við byggiklossum. Stórur kranin lættir væl um arbeiðið.
Eftir er so at forbinda vatnrørini. Tá tað er liðugt verður automatikkur settur upp, so stýring er á hvar vatn verður tikið frá til framleiðslu. Hetta skal forða fyri, at luftperlur gera vatnið hvítt og harumframt fer tað vatnið, ið ikki verður nýtt, aftur í ánna har tað kom frá. Ikki sum nú, har alt yvirskotið fer í Svalbardsá.
Í og úr goymsluni verður møguligt at fylgja við, hvussu stór nýtslan er, og alarmskipan kemur at siga frá, um okkurt er áfatt.
Nú eru goymslurnar so stórar at tað ber væl til t.d. at steðga framleiðsluni um hervilig áarføri er, so minni av mislittum vatni kemur í brunnarnar.
Við tíðini er ætlanin at vatnið úr Trongisvági skal røkka líka út til Froðbiar, har núverandi reinsiverk hevur trupulleikar við litinum, serliga um heystið, tí áin har úti verður meira tilgrógvin um summarið. Harvið fær vatnið ein døkkari lit.
Tá 10-14 dagar eru farnir, koma montørarnir frá Perstrup aftur til Tvøroyrar. Tá verður takið lagt omaná. Takið vigar uml. 300 tons og fer tað arbeiðið væntandi at taka uml. 4 dagar, og tá er arbeiðið hjá HTO liðugt, sigur Klæmint.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald