
Í summar samtykti Tórshavnar kommuna at seta tvey starvsfólk burturav, hvørs uppgáva verður at skipa og stuðla undir aktivitetir, sum stimbra og skapa innihald í gerandisdagin hjá búfólkunum.
Ætlanin var at skapa meira innhald í gerandisdagin hjá eldru borgarunum, sum búgva á bústovnum hjá kommununi, og partur av arbeiðinum verður eisini at samskipa tað sjálvbodna virksemið, sum í dag og í framtíðini er á eldraøkinum.
1. oktober vórðu Annika Juul og Stefanie Laursen settar í starv sum aktivitets- ella ítrivsfólk. Hóast tættir í samfelagnum hava merkt arbeiðsleistin nakað av tíðini, aktivitetstoymið hevur verið aktivt, er kortini nógv komið burturúr, siga tær báðar Annika og Stefanie.
Tey eldru hava millum annað verið túr við bátinum Rescue Lív, haft hugnaløtur og gjørt dekoratiónir til jóla, verið á café, koyrt busstúrar og verið gongutúrar í plantasjuni, umframt at menn hava haft undirhús, har teir hava hitst til prát við aðrar menn. Hugsanin er, at umframt aktivitet í dagligdegnum, at vera við til at skipa størri tiltøk sum útferðir, jólahald, fastalávintshald og annað, skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðu sínari.
Nýsettu ítrivsfólkini Stefanie Lausen og Annika Juul, vórðu herfyri og vitjaðu borgarstjóran Heðin Mortensen og heilsu- og umsorganarstjóran Eyðfríð Jacobsen.
Myndir: Tórshavnar kommuna
Nógvur annar aktivitetur er í skjáttuni og vónað verður, at tilráðingarnar skjótt koma at loyva arbeiðinum at blóma. Millum annað verður farið í holt við at søkja eftir sjálvbodnum at verða ein partur av arbeiðinum, og hugsað verður at fáa sjálvboðin við til millum annað hugnaløtur, gongutúrar, sang, leik og upplestur, sum skapa ein virknan og vaknan gerandisdag hjá eldru borgarunum í Tórshavnar kommunu.
Ætlanin hjá Anniku Juul og Stefanie Laursen er at koma út á ellis- og røktarheim í kommununi, at skapa "stjørnuløtur", og soleiðis leggja dent á heilsustimbran hjá húsfólkunum, og eisini at skapa eina kenslu av felagsskapi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald