Innanlands

Nýggju tilmælini komin í gildi

Nýggja ferðsluljósskipanin hjá landsstýrinum kom í gildi á midnátt – At byrja við eru Føroyar gular, ið merkir, at tær eru á stig 2

(Mynd: lms.fo)

(Mynd: lms.fo)

2021-11-13 09:16 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nýggja skipanin við ferðsluljósum hjá landsstýrinum kom í gildi á midnátt.

Skipanin inniheldur trý stig – stig 1 (grønt), stig 2 (gult) og stig 3 (reytt). Stigini síggjast her.

At byrja við eru Føroyar gular, sum merkir, at tilmælini í mittasta teiginum eru galdandi. Átøkini í grøna teiginum eru altíð í gildi, sama hvat tilbúgvingarstigið er, skrivar Løgmansskrivstovan.

Miðaltalið av nýggjum smittaðum seinastu sjey dagarnar kann broytast, og tá er tað landsstýrið, sum boðar frá, um tilbúgvingarstigið verður broytt.

Eftir samskifti við Farsóttarnevndina og heilsufakligu ráðgevingina, eru gjørdar smávegis tillagingar í ferðsluljósskipanini, sum løgmaður kunngjørdi í Degi og viku týsdagin. Í mesta lagi 50 fólk kunnu savnast til tiltøk uttan koronapass, 200 fólk kunnu savnast innandura við koronapassi, og talið á fólki, sum kunnu savnast uttandura við koronapassi, er óavmarkað.

Skúla-, dagstovna- og frítíðarskúlavirksemi v.m. verður tillagað eftir smittustøðuni á staðnum.

Samstundis skal koronapass brúkast fyri at fáa atgongd til ymiskt virksemi, har nógv fólk vitja, bæði privat og alment.

Koronapass skal her skiljast sum ES-góðkent talgilt koronapass – til dømis tað danska ella føroyska. Hesi byggja á koppseting, kanning ella váttan um fyrrverandi smittu. Les meira her.

Harumframt kunnu hesi skjøl eisini nýtast sum koronapass saman við passi ella koyrikorti:

  • gula koppsetingarkortið,
  • váttan um koronakanning ella
  • váttan frá landslæknanum um fyrrverandi smittu

Fyri jólaborðhald er tað sama galdandi sum fyri náttarlív.

Farsóttarnevndin hevur eisini sett í verk koronakanningar við markið. Ætlanin var, at tær skuldu byrja mánadagin 15. november, men tær eru framskundaðar til í dag.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder