
- So eru vit liðug at atkvøða. Málið varð einmælt samtykt. 31 atkvøðum fyri, og hetta málið er sostatt endaliga samtykt og avgreitt frá løgtinginum.
Hetta var ein stór løta hjá íbúgvunum eystan Múla, sum økið verður rópt. Nú koma tunlarnir, sum tey í nógv ár hava bíðað eftir.
Løgtingið samtykti endaliga fyri løtu síðani við triðju viðgerð at hækka játtanarkarmin til tunlarnar frá 252 milliónum krónum og upp til 522 milliónir krónur - tað, sum tunlarnir verða mettir at kosta í dag.
(Savnsmynd: Sverri Egholm)
Um miðjan februar verður høvuðsarbeiðstøkan av teimum báðum tunlunum boðin út, og gongur sum ætlað, byrjar arbeiðið tíðliga í summar.
Tunlarnir norður um Fjall verða væntandi lidnir í 2024.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald