Fyrsti sunnudagur í advent 2023 var ein stórur og serstakur dagur fyri kirkjuliðið í Árnafjarðar kirkju. Tá varð nýggjur altardúkur vígdur og tikin í nýtslu.
Hetta skrivar Fólkakirkjan á heimasíðu sínari í dag.
Greitt verður frá at fyrstu stigini til nýggja altardúkin vórðu tikin fyri meira enn 10 árum síðani, Thurid Christiansen var ættað úr Árnafirði og hevði verið deknur í kirkjuni. Nú búði hon í Sandavági og vildi fegin gera og geva kirkjuni altardúkin. Thurid gjørdist tíverri sjúk, og tessvegna helt Sofía Jacobsen í Sandavági áfram at brodera altardúkin. Tað er Paulina M. K. Eliasen á Syðradali, ið hevur gjørt hann lidnan.
- Hesin altardúkurin er broderaður við hardangerseyming. Myndevnini eru krossur og bikar. Hetta mynstrið er mest nýtta til altardúkar í Føroyum, tí sambart skrásetingunum úr bókini Kirkjuklæði, sum kom út í 2020, vóru tá 24 tílíkir dúkar. Tó er ymiskt, hvussu hornini eru broderað í sambandi við longd av altarinum. Elsti altardúkurin, ið er broderaður við hesum mynstrinum, er frá um leið 1900 og var í gomlu kirkjuni í Klaksvík, skrivar Fólkakirkjan.
34 fólk høvdu leitað sær í Árnafjarðar kirkju henda avbera vakra, kalda og glerstoytta sunnumorgun, 3. desember. Tað var Marjun Lómaklett, prestur, ið vígdi nýggja altardúkin. Deknur var Charlotta Thorsteinsson, klokkari var Niels Andreasen og urguleikari var Kristoffur Olsen.
Mynd: Jana Skoradal/folkakirkjan.fo
Thurid Christiansen, sum eisini hevur verið deknur í Árnafjarðar kirkju andaðist hin 11. septembur 2022. Harvið var hetta sera stórur dagur fyri mann hennara Hergeir Christiansen, børnini og abba- og langaabbabørnini (Mynd: Marjun Lómaklett
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald