Innanlands

Nýggjur bátadráttur í Vági

Nýggi bátadrátturin verður gjørdur har verandi dráttur er, og eftir ætlan verður hann klárur til jóansøkuna í ár

Á býráðsfundi 25. mars samtykti Vágs býráð einmælt uppskotið frá Havna- og vinnunevndini um nýggjan bátadrátt í Vági (Mynd:vagur.fo)

Á býráðsfundi 25. mars samtykti Vágs býráð einmælt uppskotið frá Havna- og vinnunevndini um nýggjan bátadrátt í Vági (Mynd:vagur.fo)

2024-04-02 15:43 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Á býráðsfundi 25. mars samtykti Vágs býráð einmælt uppskotið frá Havna- og vinnunevndini um nýggjan bátadrátt í Vági.

Hetta skrivar heimasíðan hjá Vága kommunu í dag.

Nýggi bátadrátturin verður gjørdur, har verandi dráttur er, og eftir ætlan verður sjálvur bátadrátturin klárur til jóansøkuna í ár – tó verður samlaða arbeiðið liðugt eftir jóansøku. Tað verður fyritøkan SHBygg úr Porkeri, ið skal gera bátadráttin

- Tað eru ymsar avbjóðingar við núverandi bátadrátti; m.a. ber ikki til at flota bátar á viðfestisvogni, tí tað er trupult at bakka vognar oman eftir dráttinum. Eisini kappróðrarfólk hava avbjóðingar at flota og draga bátar eftir dráttinum.

Málið um nýggjan bátadrátt verið á skrá nakrar ferðir í Havna- og vinnunevndini. Herfyri vóru umboð frá nevndini og tekniskudeild á kunningarferð í Føroyum, har bátadráttir ymsa staðni í Føroyum vóru kannaðir. Síðani var farið aftur til tekniborðið, og arbeiðið varð bjóðað út, kunnar vagur.fo um.

- Bátadrátturin verður gjørdur soleiðis, at halli á dráttinum verður meiri líðandi, soleiðis at til ber at bakka bátar á viðfestisvogni oman eftir dráttinum og flota teir, og sjálvandi verða umstøður hjá kappróðrarfólki og bátum betri enn tær eru nú.

Tekniska nevnd hevu arbeitt við broyting av byggisamtykini fyri Vág, og  verða umleið 1.548 fermetrar av bústaðarøki broytt til neystaøkið, og umleið 862 m2 verða broytt frá havna- og vinnuøki til neystaøki. Talan er um økið frá Tøftabø til Galtnaroyri.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder