Innanlands

Nýggjur CT-skannari til Landssjúkrahúsið

Kemur í morgin – ávirkar atgongdina til sjúkrahúsið fyrrapartin

2024-04-08 15:34 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í morgin fær Landssjúkrahúsið í Havn nýggjan CT-skannara. Stórar fyrireikingar skulu gerast til tungar og tekniskar maskinur sum hesar, og tí hevur verið arbeitt miðvíst fyri at rudda og klárgera gomlu arkivrúmini á Landssjúkrahúsinum, soleiðis at nýggi CT-skannarin kann húsast har, skrivar Landssjúkrahúsið á Facebook í dag.

Og hetta kemur harvið at ávirka tey fólk, sum hava ørindi á Landssjúkrahúsinum í morgin millum klokkan 07 og 11. Í hesum tíðarskeiðið verður avmarkað ferðsla við høvuðsinngongdina, og vitjandi verða tí víst til inngongdinar við kapellið og blóðbankan. Vegleiðarar fara at hjálpa, at vísa fólki veg á staðnum.

CT-skannarin hjá Landssjúkrahúsinum er nú vorðin 12 ár, og hóast hann eisini var eitt top modell í sínari tíð, kann hann ikki samanberast við tann nýggja.

Nýggi CT-skannarin er ein High-end dual-energy skannari, sum gevur Landssjúkrahúsinum víðkaðar møguleikar innan diagnostikki, tí tey fáa meira nágreiniligar myndir av tí sum er innan í okkum.

- Núverandi CT-skannari verður brúktir at gera skanningar av fólkið bæði dag og nátt, so tað verður kærkomið at fáa ein avtrat. Tann nýggi skannarin er av allar kraftigasta slagi, og gevur eina betri heildarmynd, tí hann arbeiðir skjótari enn tann gamli. Eitt nú, er hann góður at skanna hjørtu, sum so kent flyta seg allatíðina, og tí kunnu vera ring at fáa støðuga mynd av í gamla skannaranum. Hetta er eitt frambrot fyri okkum og ferð at geva øllum, ið hava tørv á skanning, eitt enn betri tilboð og meira nágreiniliga skanning, skrivar Landssjúkrahúsið.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder