Innanlands

Nýggjur eldrapolitikkur samtyktur í Tórshavnar kommunu

Eitt samt býráð samtykti í gjár nýggjan eldrapolitikk, sum leggur dent á virkni, sjálvbjargni og sjálvsavgerðarrætt, og at kommunan skal vera ein demensvinarliga kommuna

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-03-28 15:26 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Eitt samt býráð samtykti í gjár nýggjan eldrapolitikk, sum leggur dent á virkni, sjálvbjargni og sjálvsavgerðarrætt, og at Tórshavnar kommuna skal vera ein demensvinarliga kommuna.

Virkin og Vakin alt lívið er heitið á verandi eldrapolitikki, sum hevði til endamáls at lýsa, hvussu Tórshavnar kommuna kundi virka fyri at samskapa eitt livandi aldrandi øki í støðugari menning við høgari dygd og trygd. 

Virkin og Vakin alt lívið varð orðaður og samtyktur, tá eldraøkið varð lagt til kommunurnar at umsita 1. januar 2015.

Eldrapolitikkurin hevur nú 10 ár á baki og mælt var til at endurskoða politikkin.

Virkni, sjálvbjargni og sjálvsavgerðarrætt
Arbeiðið byrjaði á almennari verkstovu í Tilhaldinum 21. mai 2024, har eldri fólk í Tórshavnar kommunu høvdu møguleika at koma við viðmerkingum og hugsanum um, hvussu ein eldrapolitikkur skal vera.

Hetta - saman við viðmerkingum frá áhugapørtum - er grundarlagið undir uppskotinum um nýggjan eldrapolitikk.

Í nýggja eldrapolitikkinum, sum verður galdandi fram til 2030, verður dentur lagdur á virkni, sjálvbjargni og sjálvsavgerðarrætt, og at Tórshavnar kommuna skal vera ein demensvinarliga kommuna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder