Dagarnar styttast og ferðslan er nógv hesa myrku ársins tíð, og tí kemur BUBU í dag við einari áheitan til øll um at nýta endurskin.
Børn og eisini vaksin gloyma mangan týdningin av, hvussu umráðandi tað er at nýta endurskin. Tí hevur BUBU verið í upptøkuhølunum og sungið inn ein nýggjan sang, ið snýr seg um at spæla og eisini hetta at nýta endurskin.
Eftir at upptøkurnar vóru gjørdar, fór BUBU runt á spælipláss og sparkivallir, umframt eisini í ein tunnil at gera upptøkur til eitt sjónbandalag. Hetta sjónbandalagið er nú komið at liggja á vælvitjaðu youtube-rásina hjá BUBU, ið hevur útvið 4,5 milliónir vísingar.
Eisini hevur BUBU gjørt eina heilsan, har hann vísir á munin, tá ið ein er uttan endurskin og eisini tá ið ein hevur endurskin, og tí hvussu umráðandi tað er at nýta endurskin í hesu myrku tíð:
Sangurin endurskin er sangur sum Ásbjørn Berhelsen hevur gjørt orð og lag til.
Sangurin verður umframt á youtube-rásini, eisini at finna á geyma við fleiri nýggjum, umframt væl kendum BUBU sangum, ið væntandi kemur í sølubúðirnar fyrst í desembur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald