Børn hava rætt til eitt gott lív.
Tað er heitið á nýggja faldaranum, sum Sig Frá-verkætlanin og Barnaverndarstova Føroya hava gjørt til fakfólk um fráboðanarskylduna.
Fakfólk eru her tey, sum hava tætt samband við børn, til dømis námsfrøðingar, lærarar, heilsufrøðingar, ljósmøður og kommunulæknar. Fráboðanarskyldan umfatar børn og ung, sum hava brúk fyri hjálp orsakað av viðurskiftum heima við hús, ella tí tey verða misnýtt.
Í bóklinginum eru svar at finna um spurningar so sum: Hvat merkir fráboðanarskylda fyri fakfólk? Hvussu tekur tú vandatekin í álvara? Hvussu greiðir tú frá tíni stúran?
– Við faldaranum vilja vit lýsa fráboðanarskylduna til fakfólk til fulnar og gera tað lættari hjá teimum at bera seg rætt at. Hetta er eitt álvarsligt evni, og tí er alneyðugt, at øll framferð og tilgongd fer rætt og virðiliga fram, verður sagt í tíðindaskrivi.
Bóklingurin er tøkur á her og til ber eisini at bíleggja hann frá Barnaverndarstovu Føroya.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald