Lívslangi kærleikin millum kanadiska sangaran Leonard Cohen og norsku ungdómsunnustuna Marianne Ihlen verður nú gjørdur til film. Marianne var íblásturin til nakrar av kendu sangunum hjá Cohen, eitt nú ”So long, Marianne” og ”Bird on a Wire”.
Tað er enski dokumentaristurin Nick Broomfield, ið leikstjórnar filmin ”Leonard and Marianne: Words of Love”, sum ætlandi verður frumsýndur á Sundance filmsfestivalinum um mánaðarskiftið januar-februar, skrivar NRK.
Leonard Cohen (Mynd: EPA)
Ein av høvuðssenunum í filminum er, tá Marianne Ihlen fær lisið upp brævið, ið hon fekk frá Leonard Cohen, bert tveir dagar áðrenn hon doyði á ólavsøku 2016.
Brævið náddi fram umvegis vin hennara, Jan Christian Mollestad. Hann greiðir frá, at Marianne bað hann siga Leonard frá, at hon var innløgd.
- Eg fekk bara eini automatisk boð umvegis teldupostin, at hann var á konsertferð, so eg mátti royna at koma í samband við hann á annan hátt. Men so morguni eftir lá hetta brævið í innboksini, greiðir Mollestad frá.
Dagin eftir var hann aftur við sjúkrasongina, og hevði brævið frá gamla unnustanum við, prentað út í stórari skrift. Mollestad greiðir frá fyri NRK, at tað var týðuligt, at Marianne skilti og fangaði brævið, og at tað hjálpti henni á deyðastrá. Hon var til reiðar at doyggja.
Marianne Ihlen (Mynd: VG)
Brævið var soljóðandi:
Dearest Marianne,
I'm just a little behind you, close enough to take your hand.
This old body has given up, as yours has too, and the eviction notice is on its way any day now.
I've never forgotten your love and your beauty. But you know that. I don't have to say more.
Safe travels, old friend.
See you down the road.
Endless love
and gratitude,
Leonard
Í leysligari føroyskari tíðing: ”Allar besta Marianne. Eg standi beint aftan fyri teg, nóg nær til at taka tína hond. Hesin gamli kroppurin hevur givið upp, eins og tín, og útkoyringarboðini kunnu koma hvørja løtu. Eg havi aldri gloymt tín kærleika og vakurleika tín. Men tað veitst tú. Mær nýtist ikki at siga meira. Hav eina trygga ferð, gamli vinur. Vit hittast á leiðini. Endaleysur kærleiki og takksemi. Leonard.”
- Tað vakra er, at hóast tey ikki høvdu sæð hvøn annan í nógv ár, so var brævið eitt prógv um, at kærleikin millum tey bæði framvegis brann, sigur Jan Christian Mollestad.
Leonard Cohen doyði góðar tríggjar mánaðir eftir Marianne, hin 7. november 2016.
Leonard Cohen syngur ”So long, Marianne” á konsert í Dublin í 2014:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald