![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
11. mars verður val í Grønlandi, og líkt er til, at ein nýggjur politiskur flokkur verður uppstillaður.
Talan er um flokkin Qulleq, sum varð stovnaður í 2023 av fyrrverandi limum í Siumut og Naleraq.
Stóra málið hjá Qulleq er, at Grønland skal gerast sjálvstøðugt skjótast gjørligt.
Flokkurin hevur fingið tær 855 undirskriftirnar, sum er neyðugt fyri at stilla upp, og nú er flokkurin í ferð við at leggja seinastu hond á stevnuskránna og fáa valevnislistar klárar áðrenn freistina, sum er 18. februar, sigur Karl Ingemann, formaður í nýggja flokkinum Qulleq við grønlendska miðilin Sermitsiaq.
Les eisini: Grønlendingar á val 11. mars
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald