Innanlands

Nýggjur formaður í Læknafelag Føroya

Ragnar Djurhuus Hammer, yvirlækni og serlækni í psykiatri, varð á eykaaðalfundi 22. mars valdur til nýggjan formann

Frá vinstru: Aksel Berg, Rói á Kósini, Turið Johannesen, Ragnar D. Hammer, Shahin Gaini og Niclas H. Eysturoy

Frá vinstru: Aksel Berg, Rói á Kósini, Turið Johannesen, Ragnar D. Hammer, Shahin Gaini og Niclas H. Eysturoy

2025-03-25 10:10 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Læknafelag Føroya hevur á eykaaðalfundið leyðardagin 22. mars valt Ragnar Djurhuus Hammer, yvirlækni og serlækni í psykiatri, sum nýggjan formann í Læknafelag Føroya.

Læknafelag Føroya er móðurfelagið fyri tær tríggjar súlurnar hjá læknum í Føroyum, Yngri Læknar Føroyar, Kommunulæknafelag Føroya og Serlæknafelag Føroya.

Í Yngri Læknar Føroyar eru tað yngri læknarnir Aksel Kambsskarð Berg og Eyðbjørg K. Gaard, sum eru formaður og næstforkvinna.
Í

Kommunulæknafelag Føroya eru tað kommunulæknarnir Turið H. Johannesen og Rói á Kósini, sum eru ávíkavíst forkvinna og næstformaður.

Í Serlæknafelag Føroya eru tað Shahin Gaini, professari og yvirlækni í infektiónsmedisin, sum er formaður, meðan Niclas H. Eysturoy, yvirlækni í ortopædkirurgi, sum er næstformaður.

Nevndin í Læknafelagð Føroya stendur av formonnum/kvinnum og næstformonnum/kvinnum í øllum trimum súlum.

Læknafelag Føroya

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder