Mentan

Nýggjur føroyskur filmskúli byrjar í august

Anton Petersen og Gorm Just standa aftanfyri skúlagongdina, sum varir í eitt ár. Alt verður ókeypis

Anton Petersen og Gorm Just. Undirvísingin fer fram í Ostahúsinum, har Klippfisk hevur høli (Mynd: Tórsgøta)

Anton Petersen og Gorm Just. Undirvísingin fer fram í Ostahúsinum, har Klippfisk hevur høli (Mynd: Tórsgøta)

2024-06-18 16:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í august byrjar ein nýggjur filmsskúli í Føroyum. Skúlagongdin er í eitt ár – og alt er púra ókeypis.

Hesum boðar Tórsgøta frá í skrivi í dag.

Skúlin eitur Flogfisk, og endamálið er at hjálpa ungum filmsáhugaðum at gera teirra egnu filmar. Frálæra verður innan leikstjórn, klipping, upptøku, leikrit, ljóð og framleiðslu. Hugt verður eisini eftir "casting"; hvussu ein skalt finna røttu leikararnar til júst sín film

Undirvísingin fer fram í Ostahúsinum, har Klippfisk hevur høli. Har er biografur, klippiútgerð, professionel kamera og ljósútgerð. Hvør luttakari skal gera tveir stuttfilmar gjøgnum árið, har endaligi filmurin verður vístur í biografi.

Tað eru Anton Petersen og Gorm Just, sum eru menninir handan skúlan. Hann hevur íblástur frá sonevndu Super 8 og Super 16 í Danmark.

Fríggjadagin 21. juni verður opið hús í Ostahúsinum, har ymisk kunning verður um skúlan um skúlan. Til ber at melda seg áðrenn 1. august á  [email protected]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder