Røddir hava verið úr Kollafirði, sum siga, at Tórshavna Kommuna ger ov lítið fyri bygdina. Nú stundar til val, og gongd komið á at gera frítíðarskúla í bygdini.
Býráðið samtykti hósdagin 24. oktober, at játta samlaðu fíggingina av byggingini.
Í gjár varð gamla vatnverki, ímillum dagstovnin Kura og samkomuhúsið Zion, tikið niður. Har verður staðsetingin
- Við nýggja frítíðarskúlanum verður alt námsfrøðiligt virksemið í Kollafirði samlað við Botnánna. Byggingin av frítíðarskúlanum er eisini ein liður í at skipa eitt trivnaðarøki í bygdini, sum verður eitt savningarstað hjá bygdafólkinum, skrivar torshavn.fo.
Myndir: torshavn.fo
Tórsahavnar kommuna skrivar eisini, at fyrireikingarnar at byggja frítíðarskúlan hava verið í gongd í eina tíð, og arbeiðið byrjar sum skjótast. Frítíðarskúlin verður klárur at taka í nýtslu í november 2025.
Arbeiðstakari er Articon, sum vann útboðið í kapping við aðrar arbeiðstakarar. Samlaði byggikostnaðurin er umleið 23 millónir krónur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald