Uttanlands

Nýggjur fundur um svenskan og finskan Nato-limaskap

Turkiski uttanríkismálaráðharrin sigur, at fundur verður í Brússel 9. mars

Antony Blinken, amerikanskur uttanríkismálaráðharri, og Mevlüt Cavusoglu, turkiskur uttanríkismálaráðharri á tíðindafundi í síðstu viku (Mynd: EPA)

Antony Blinken, amerikanskur uttanríkismálaráðharri, og Mevlüt Cavusoglu, turkiskur uttanríkismálaráðharri á tíðindafundi í síðstu viku (Mynd: EPA)

2023-02-27 10:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Á tíðindafundi síðsta mánadag segði turkiski uttanríkismálaráðharrin, Mevlüt Cavusoglu, at Turkaland vóru til reiðar at hava fleiri fundir við Svøríki og Finnland um Nato-limaskap, og í dag verður boðað frá, at nýggjur fundur verður hildin í Brússel 9. mars.

Í kjalarvørrinum á koranavbrenningunum hjá Rasmus Paludan, formanninum í Stram Kurs, hevur Turkaland annars fleiri ferðir sagt, at landið ikki kann góðtaka svenskan Nato-limaskap, men at tað er opið fyri, at Finnland kann sleppa uppí felagsskapin.

Cavusoglu leggur afturat, at Svøríki framvegis ikki eftirlikar krøvini hjá Turkalandi, sum var ein treyt fyri, at Turkaland skuldi góðkenna svensku umbønina um limaskap.

– Tíverri hava vit ikki sæð nøktandi stig frá Svøríki, sigur hann sambært Reuters.

– Tað er ikki møguligt hjá okkum at siga "ja" til umbønina hjá Svøríki, áðrenn vit síggja hesi stigini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder