2022-10-10 20:50
Valúrslit er heitið á nýggjari heimasíðu sum inniheldur søgulig føroysk valúrslit.
Ætlanin við valbankanum er at savna so nógv hagtøl og politiskar upplýsingar annars, sum yvirhøvur tilber, siga stigtakararnir.
Í løtuni síggjast úrslit frá løgtingsvalum aftur til 1980. Fólkatingsvalini á heimasíðuni ganga heilt aftur til 1950.
Til ber eisini at velja ávís valevni og síggja nær tey stillaðu upp og hvussu nógvar atkvøður tey fingu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald