Mentan

Nýggjur heimildarfilmur lýsir Føroyar undir koronatíðini

Tá landamørkini lótu aftur í vár gjørdist ein pólskur filmsframleiðari fastur í Føroyum, og burturúr tíð hansara í Føroyum kom "Together in Isolation: The Lockdown of the Faroe Islands", sum lýsir Føroyar undir fyrru koronabylgju

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2020-11-23 19:12 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í vetur verður nýggjur heimildarfilmur um Føroyar at síggja í Kringvarpinum. Talan er um filmin "Together in Isolation: The Lockdown of the Faroe Islands", sum varð tikin upp í vár.

Tað er pólski filmsframleiðarin Jakub Witek, vanliga nevndur Kuba, sum hevur gjørt filmin. Filmurin varð tikin upp, tá hann varð fastur í Føroyum, tá landamørkini vórðu latin aftur orsakað av koronafarsóttina.

Í byrjanini av árininum hevði hann leitað sær til Føroya, tí hann ynskti sær at uppliva føroyska veturin, og var ætlan hansara at vera verðandi í tríggjar mánaðir, áðrenn leiðin skuldi fara víðari til Grønlands at framleiða nýggjan heimildarfilm. Tíverri lat Danmark mørkini aftur sama dag sum hann skuldi fara av stað aftur, og var Kuba Witek so at siga fangaður í Føroyum.

– Fyrst, tá farsóttin byrjaði at gera um seg, kendi eg meg illa við og ørkymlaðan. Eg hevði so nógvar ætlanir fyri árið, og eg hevði roynt at fingið eina Grønlandsferð í lag í tvey ár, og eg var bangin um míni nærmastu og um framtíðina, greiðir hann frá.

– Aftaná tær fyrstu vikurnar, tá eg kendi meg eitt sindur betri fyri, og vit byrjaðu at venja okkum við nýggju støðuna, byrjaði eg at ganga langar túrar regluliga. Tá vóru møguleikarnir fyri at fara úr heiminum sera avmarkaðar í Póllandi, so eg helt tað vera býtt ikki at gera mær dælt av støðuni, har eg var staddur í einum so vøkrum staði uttan forboð og avmarkingar.

Tað var á hesum gongutúrum, at hann legði til merkis, hvussu føroyingar handfóru kreppuna, óvissuna og tað at verða meira avbyrgdir enn vanligt.

– Eg gjørdi mær dælt av tí, at eg hevði tikið alla mína filmsútgerð við mær, og at eg hevði nógva frítíð, so eg byrjaði at lýsa lívið í Føroyum undir koronastongslinum, sigur hann.

Kuba Witek brúkti fýra mánaðir uppá heimildarfilmin, og gjørdi hann í alt 18 samrøður við m.a. læknar, politikarar, listafólk, tíðindafólk, og professarar í Føroyum. Omanfyri sæst ein brellbiti av filminum.

Kuba Witek hevur framleitt fleiri heimildarfilmar um eitt nú Ísland, Svalbard og Grønland. Eisini hevur hann gjørt heimildarfilmin "FAROE WAY: The art of survival in the Faroe Islands".

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder