Arbeitt verður við at stovna eitt integratiónsprestaembæti.
Tað boðar Fólkakirkjan frá á heimasíðu síni.
Tað er Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, sum í skrivi í mars boðaði biskupi frá, at hon um kirkjan metti, at tíðin var búgvin til eitt integrasjónsprestaembæti, vildi hon arbeiða við málinum, og biskupur hevur boðað landsstýriskvinnuni frá, at kirkjan er sinnað at fara undir eina tilgongd.
– Tann 21. mars 2024 fekk biskupur eitt skriv frá landsstýriskvinnuni Sirið Stenberg. Eitt hugaligt skriv, ið vísti tørvin á og týdningin av tænastu prestanna við atliti at teimum íbúgvum, sum hava annan uppruna enn føroyskan.
– Landsstýriskvinnan vísti á, at tørvurin á hesi prestaligu tænastuni var og fór at vera stórur. Væntast kann at alt fleiri, ið ikki hava føroyskan uppruna, koma at seta búgv í Føroyum í styttri ella longri tíðarskeið.
Í tvey ár røkti Marjun Lómaklett embætið sum integratiónsprestur sum eina royndarverkætlan, og royndartíðin staðfesti tørvin á tænastuni, og er vónin, at ein integratiónsprestur aftur verður settur innan alt ov drúgva tíð, skrivar Fólkakirkjan.
– Marjun Lómaklett legði úr hondum ein avbera góðan gerning við fakligum kunnleika og nærveru. Tað er gleðiligt, at fólkakirkjan fær enn eitt serprestaembæti sett á stovn. Farið verður undir tilgongdina at søkja eftir presti so skjótt, leisturin er funnin, og tey formligu loyvini eru komin uppá pláss.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald