Mentan

Nýggjur jólasangur við Karstin Danielsen

Jólapappír: Hevur fingið umsett ein amerikanskan jólaklassikara hjá Willie Nelson

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2020-12-03 08:03 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í gjárkvøldið gjørdist møguligt at hoyra eina nýggja jólaliga innspæling við sangaranum Karstin Danielsen úr Klaksvík, sum hevur gjørt tað til sína sergrein at spæla inn countruyklassikarar av nýggjum við føroyskum teksti.

Hesaferð er talan um ein jólaklassikara hjá Willie Nelson.

Tíðliga í seksti árunum skrivaði Willie Nelson ein øðrvísi jólasang. Sangurin er um ein brekaðan mann, sum ók fram á knøunum, og plagdi at sita uttan fyri eitt handilsmiðstøð í býnum Fort Worth í Texas, og selja blýantar til fólk, sum komu framvið.

Willie Nelson búi eitt skifti í Fort Worth. Hann lívbjargaði sær við at selja dustsúgvarar og leksikon, og var um at missa vónina um at kunna liva sum sangskrivari.

Seinni, tá hann var fluttur til Nashville, skrivaði Willie sangin ”Pretty Paper”.

Hann mintist aftur til mannin, Frankie Bierton, sum seldi blýantar á høvuðsgøtuni í Fort Worth. Tá tað nærkaðist jólum, seldi hann eisini pappír og bond at pakka jólagávurnar inní, og tá rópti hann ”Pretty Paper, pretty ribbons of blue”.

Karstin Danielsen hevur nú fingið Martin Joensen at skriva ein føroyskan tekst til henda sangin, sum nú liggur klárur við heitinum ”Jólapappír”.

Hans Poulsen hevur tikið upp í upptøkuhøli sínum, IntroVers Studio. Hans Poulsen spælir øll ljóðførini uttan trummurnar, sum Brandur Jacobsen tekur sær av.

Margreta Poulsen og Áron Poulsen syngja kór afturvið sanginum hjá Karstin Danielsen. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder