Nýggi keisarin í Japan, Naruhito, varð á einum hátíðarhaldið á keisaraborgini í Tokyo í morgun krýndur.
Harvið hevur hann sett seg á sonevndu krysantemumtrónuna, næstan fimm mánaðir eftir at hann alment gjørdist keisari.
Hann gjørdist keisari eftir pápa sín, Akihito, sum valdi at fara frá orsaka av ringari heilsu.
Á stórbæra hátíðarhaldinum, har keisarin og keisarinnan vóru ílætin søgulig klæði, luttóku umboð fyri ríkisstjórnir og kongshús kring allan heim, teirra millum donsku krúnprinsahjúnini, Frederik og Mary, vegna danska kongsríkið, skrivar Ritzau.
Sjálvt hátíðarhaldið, har keisarin helt eina stutta røðu, fór fram í stillum, bert avbroti av einstøkum trummubrestum.
Tá almenna krýningin var liðug, endaði japanski forsætisráðharrin, Shinzo Abe, hátíðarhaldið við at rópa ”Banzai”, ið merkir ”Leingi livi keisarin” á japanskum.
Akihito var fyrsti keisarin í meira enn 200 ár, sum hevur valt at siga valdsheitið frá sær, abdisera.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald